Hann er kendur fyri at siga nógv merkiligt, men nú er X-factordómarin Simon Cowell kanska farin yvir markið. Eftir hansara tykki eiga allar kvinnur yvir 40 ár nevniliga at verða skurðviðgjørdar.
Tónleikaframleiðarin er væl nøgdur við útsjónd sína. So væl nøgdur, at hann heldur, at kvinnur yvir 40 ár eiga at gera sum hann og síggja eins gott út og hann.
- Tað burdi verið ein plikt hjá øllum 40-ára gomlum kvinnum at fáa eina skurðviðgerð, segði hann herfyri.










