Tað hevur gingið væl hjá Atletico Madrid síðani Diego Simeone tók við høvuðsvenjarastarvinum í 2011.
Undir hansara leiðslu hevur Atletico Madrid vunnið La Liga í 2014, sponsku steypakappingina í 2013 og Europa League í 2012 og í 2018. Haraftrat hevur Atletico við Diego Simeone sum venjara vunnið UEFA Super Cup í 2012 og í 2018. Liðið var eisini í Champions League finaluni í 2014 og 2016, men tær vóru taptar ímóti lokala arvafíggindanum, Real Madrid.
Atletico Madrid boðaði á tíðindafundi í dag frá, at tey ætla at løna Diego Simeone fyri hansara avrik, og hevur Diego Simeone fingið longt sáttmálan sum høvuðsvenjari fram til summarið í 2022.
Hesi farnu átta árini er Diego Simeone á trimum sinnum valdur at verða ársins venjari í sponskum fótbólti.
Atletico Madrid er í løtuni triðfremst í La Liga, sjey stig aftanfyri oddaliðið, FC Barcelona. Í komandi viku spælir Atletico Madrid fyrru áttandapartsfinaluna í Champions League á heimavølli ímóti Juventus.
Sum spælari spældi Diego Simeone við Atletico Madrid árini 1994-1997 og 2003-2005. Sum spælari gjørdist hann meistari og steypavinnari við Atletico Madrid í 1996. Diego Simeone spældi í sínari tíð 106 landsdystir fyri Argentina.