Silvurstríðið

ÍF tykist hava tikið einkarætt upp á oddasessin í bestu flotbóltsdeildini, men spenningurin er stórur um næstu sessirnar. Leygardagin hittast Fram og Mjølnir í einum lykladysti um hesar

Mansflogbóltur

Fram og Mjølnir renna saman leygardagin í Hoyvíkshøllini í ?sivlurdystinum?. ÍF hevur sett seg tungt á oddasessin og einastu liðini, ið tykjast kunna hótta oddaliðið bara eitt sindur, eru Fram og Mjølnir. Fyrsti dysturin í kappingarárinum var millum hesi liðini, og tá vann Mjølnir greitt 3-1. Síðan tá hevur Mjølnir bara leikt tveir dystir, so tá ið talan er um dystarvenjing, so er Fram betur fyri.

Verður hugt at liðunum mann fyri mann, so hevur Mjølnir kanska sterkara liðið, serliga við sínum báðum bulgarum, men Fram hevur megnað ógvuliga væl at lofta sær eftir at Rúni Weihe fór, og liðið spælir nú á allar streingir. Fær Fram blokkin rættiliga at rigga, so verða stigini verandi í Havn, men eydnast tað ikki, so verður tað Mjølnir, ið fer avstað við øllum.

Tvey vónbrotin lið
Fleyr og SÍ hava skuffað fullkomuliga higartil. Serliga SÍ hevur als ikki megnað at liva upp til tær vónir, ið settar vórðu til liðið. SÍ hevur vunnið sær sæti í steypafinaluni, men í landskappingini hevur gingið av skriðuni. Við Borko og Raiko hevur SÍ tveir at bestu smasharunum í landinum, men spælið hevur kortini ikki víst seg at rigga. Aðrir góðir leikarar eru eisini, og borið saman við liðið frá seinasta kappingarári eru broytingarnar ikki so stórar, men útslitini mangla framvegis.

Hjá Fleyr var kanska væntandi, at hetta kappingarárið fór til at umstilla og seta við, og við tí í huga er kanska ikki so løgið at liðið er niðast í deildini, men júst nú sær út til, at um nakað stig skal fáast til høldar, so skal tað vera ímóti SÍ. Hesin dysturin fer at gera av, um SÍ kann fóta sær og vinna seg uppeftir. Eisini fer hann at gera av hvussu illa tað stendur til í Fleyr, og um felagið má taka til tokka við botnplássinum.