Silvurið nærri Sundalagnum

Í gjárkvøldið legði B36 við 2-0 sigri í Gøtu seg tryggari á FM kósini. Árstalsfelagið er nú fýra stig frammanfyri Víking.

Í dag eru tríggir dystir á skránni í 19. umfari. EB/Streymur er á bronsuplássinum – sjey stig aftanfyri Víking.

Umframt dystin í dag eiga teir í Sundalagnum útsettu heimauppgerðina ímóti ÍF á. Tann dysturin er nú ásettur at verða spældur mikudagin 28. september. Um tað eydnast EB/Streymi at vinna fulla úrtøku í báðum uppgerðunum, sum teir sammett við B36 og Víking eiga á, so verður tað bara eitt stig frá Víkingi og aftur til EB/Streym.

Meðan uppgerðin í gjárkvøldið var tann síðsta millum B36 og Víking, so eigur EB/Streymur innanhýsis uppgerðir ímóti báðum toppliðunum – á útivølli ímóti B36 í 23. umfari 25. september og á heimavølli ímóti Víkingi í 25. umfari 10. oktober.

Um tað skal eydnast steypavinnarunum at taka seg nærri toppinum, so er fyrsta treytin, at teir í dag megna fulla úrtøku, tá ið 07 Vestur fer at vitja við Margáir. Í 3. umfari gekk tað akkurát hjá EB/Streymi, tá ið 07 Vestur vitjaði við Margáir. Heimaliðið vann 1-0. Í Sørvági var tað hópin lættari, tí tá legði 07 Vestur rygg til 7-1 tap. Síðani tá hevur 07 Vestur vunnið ellivu stig burtur úr átta dystum.

Í Gundadali hevur HB møguleika rættuliga at leggja sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting. Mótstøðuliðið, B71, er illa spert í botninum. Hjá sandoyingum hava leikligir glottar verið at sæð seinastu vikurnar, og tað var stórt vónbrot hjá teimum, tá ið teir sunnudagin mistu javnleikin ímóti EB/Streymi á stokkinum. Í 3. umfari vann HB 2-0 í Gundadali á B71, og í 10. umfari vann HB 2-0 á Sandi.

Liðini omanfyri B71, ÍF og KÍ, hittast í dag í Fuglafirði. Um tað ikki eydnast B71 at vinna úrtøku í Gundadali, so verður fjarstøðan til bjargingina størri enn átta stig.

KÍ vann í 3. umfari 1-0 í Fuglafirði, og í 10. umfari vann KÍ 2-0 á fuglfirðingum í Klaksvík.

Síðani summarsteðgin hevur úrtøkan bæði hjá ÍF og KÍ verið soltin. KÍ hevur vunnið tvey stig burtur úr fimm dystum, og ÍF hevur vunnið fýra stig burtur úr fýra dystum.

Grannauppgerðin millum NSÍ og B68 verður í morgin.

 

 

Í dag:

EB/Streymur-07 Vestur: Benjamin Svendborg Danmark kl. 15.00

HB-B71: Alex Troleis kl. 15.00

ÍF-KÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00

Í morgin:

NSÍ-B68: Lars Múller kl. 15.00

 

Støðan

B36 46

Víkingur 42

EB/Streymur 35

NSÍ 26

B68 20

HB 19

07 Vestur 19

KÍ 18

ÍF 16

B71 10

B36 og Víkingur hava spælt 19 dystir, EB/Streymur og ÍF hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 18 dystir.