So eru tvey silvurmerki komin til høldar í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.
Signhild Joensen hevur fyri løtu síðani vunnið silvur í 50 metrar ryggsvimjing.
Signhild Joensen kom á mál við tíðini 29:31. Kathryn Offer frá Suðuroyggjunum (Hebridunum) vann gull við tíðini 28:64.
Alvi Hjelm vann silvur í 200 metrum bringu. Róland Toftum vann bronsu.
Guy Davies av Isle of Man vann við tíðini 2:16.67. Alvi Hjelm kom á mál við tíðini 2:19.21. Róland Toftum kom á mál við tíðini 2.23.02.










