Silvur til Sáru - bronsa og silvur til stafettirnar

OYGGJALEIKIR: Sára Nysted vann silvur í 200 metrar blandað, og stafettirnar vunnu silvur og bronsu

Fleiri oyggjaleikaheiðursmerki eru komin til høldar í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.

 

Sára Nysted vann silvur í 200 metrar blandað. Sára Nysted kom á mál við tíðini 2:21.15. Kara Hanlon úr Suðuroyggjum (Western Isles) vann við tíðini 2:18.04.

 

Stafettin hjá kvinnum í 4 x 50 meterar blandað vann silvur. Tær, sum mannaðu stafettina vóru Ásbjørg Hjelm, Vár E. Eidesgaard, Sára Nysted og Signhild D. Joensen. Tíðin hjá føroyska liðnum var 1:57.45. Isle of Man vann við tíðini 1:55.82.

 

Stafettin hjá monnum í 4 x 50 metrar frí vann bronsu. Teir, sum mannaðu stafettina vóru Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum og Rókur Trygvason. Tíðin hjá føroyska liðnum var 1:35:86.

 

Guernsey vann við tíðini 1:31.69, og Isle of Man gjørdist nummar tvey við tíðini 1:34.69.