Silvur til Juttu

Bæði Jutta Thomsen og Mona Simonsen úr Tvøroyrar Svimjifelag høvdu svomið seg í finaluna á teininum 400 metra frísvimjing hjá kvinnum, og her megnaði onnur teirra at enda á sigursskamlinum.

 

Jutta Thomsen kom nevniliga á mál á øðrum plássi í tíðini 4.26.17, seks sekund aftan fyri fremsta svimjaran.

 

Mona Simonsen endaði á einum 6. plássi í kappingini.