Silvur og bronsa til Heidi

Heidi Andreasen hevur higartil vunnið tvey heiðursmerki í HM-kappingini í Durban
Leygardagin var Heidi partur av tveimum finalum. Í 100 metra frí og í 100 metra rygg. Í báðum førum var tað amerikanska Jessica Long, sum streyk avstað við gullmerkjunum - enntá við nýggjum heimsmeti í frísvimjingini.
Men Heidi megnaði altso at gerast nummar tvey í frí, meðan hon í rygg mátti síggja ein norskan svimjara fara framum, tó at Heidi helt fast um bronsuna.