Klaksvík: Leygardagin kemur Silvi til býin.
Silvi er navnið á nýggjum maskotti hjá Norðoya Sparikassa, sum verður avdúkaður á stórum barna- og familjutiltøkum í Klaksvík og Leirvík leygardagin.
? Vit hava í nógv ár havt eitt gott tilboð til tey ungu við gull-konto, og nú leggja vit okkum at gera eitt spildurnýtt og spennandi tilboð til børnini, sigur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa.
Silvi verður ímyndin av nýggju barnakontoini. Silvi verður maskottur, og hann verður frá mánadegnum eisini nýggja sparibússan hjá sparikassanum í Norðoyggjum.
Leirvík og Klaksvík
Tiltøkini leygardagin bjóða undirhald av ymsum slagi. Lagt verður fyri í Leirvík kl. 11.00, tá Silvi kemur til bygdina.
Skrúðgonga verður av ferjuleguni til hølini hjá Norðoya Sparikassa, har skipað verður fyri ymsum á økinum við sparikassan.
Kl. 14.10 kemur Silvi til Klaksvíkar, og har verður gingið í skrúðgongu til fótbóltsvøllin. Á fótbóltsvøllinum verður so skipað fyri líknandi undirhaldi sum í Leirvík.
Ymiskt undirhald
Á skránni er millum annað tónleikur. Faroe Teens fara saman við Rannu Lützen at syngja nakrar sangir, Karl Martin Samuelsen fer eisini at syngja barnasangir, og so verður nýggi Silva-sangurin eisini spældur.
Hendan sangin hevur Kári Jacobsen smíðað, og tað er Linda MacDonald, sum syngur hann. Linda hevur áður gingið undir navninum Singing Linda í Danmark.
Klaksvíkar Fimleikafelag fer at sýna fram og Fjotte og Bobo fara spæla klovn. Frásøgumaður verður Kári Sólstein.
Nýggjar ráðgevar
Nýggja barnaátakið hjá Norðoya Sparikassa fer av bakkastokki við nógvum undirhaldi, men ætlanin er, at tilboðið til børnini skal mennast við tíðini.
Norðoya Sparikassi setti í fjør ein ungdómsráðgeva, og royndirnar av hesi skipan eru so góðar, at nú skal eitt fólk í sparikassanum verða ráðgevi fyri barnakontoina. Hesi bæði fólkini skulu framyvir verða barna- og ungdómsráðgevar hjá sparikassanum.