Klokkan 19 í annaðkvøld spælir føroyska manslandsliðið í flogbólti triðja dystin í Silver League á hesum sinni. Dysturin verður í høllini á Hálsi í Havn, har Ísland verður mótstøðuliðið.
Farna vikuskiftið taptu Føroyar tepurt 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi í Kópavogi.
Føroyar taptu farna vikuskiftið greitt 0-3 (11-25, 12-25 og 13-25) fyri Ísrael. Ísland tapti 0-3 (15-25, 11-25 og 12-25) fyri Ísrael.
Hóast Føroyar taptu tepurt og góvu Íslandi ein skarpan gang í Kópavogi, so er Ísland favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin móti Føroyum.
Miðaloddsini upp á ein sigur til Føroyar eru 3,02.
Miðaloddsini upp á ein sigur til Ísland eru 1,33.
HER eru oddsini:
##med2##