Silvaland aftur í ár

Akursmørk verður í hesum døgum broytt til Silvaland, og har verður mangt og fyri børn og barnsligar sálir. Børnini skulu sjálvandi eisini hava sítt, nú Summar Festivalurin stendur fyri framman. Eitt nú hevur ommudidd hjá Trøllapæturi sagt frá, at hon hevur hoyrt so nógv gott um festivalin, og tí vil hon eisini sleppa á pall saman við hinum trøllunum. Og sum skilst, so er hon í minsta lagi líka garvill sum systir sín, so tað fer neyvan at ganga friðarliga fyri seg.

Fríggjdagdin er Silvafestivalurin, ið er allarmest fyri børn sum duga at ganga sjálvi og sum ikki ganga í skúla.

Hetta hevur Silvi hugsað um og tí verður skipað soleiðis fyri, at einans minni børn sleppa heilt nær pallinum og at vaksin fólk mugu gera seg pinkalítil, um tey skulu inn um gyrðingina saman við børnum undir skúlaaldri.

Men øll eru sjálvandi vælkomin til serligu konsertina og undirhaldið hjá Silva. Eisini skúlabørn og foreldur.

Á Silvapallinum verða eitt nú Angela og Hannibal. Og tað verður við sangi, skemti og nógvum ruðuleika, júst sum børnini vilja hava tað. Eisini verða gyklarin Ábjørn og eldblásarin Óla á Summarfestivalinum. Aftaná sjálvt undirhaldið fáa øll børnini fínar ballónir, sum skulu sleppast langt uppí luftina, soleiðis at øll síggja at nú letur Silvalandið upp og at Summarfestivalurin er byrjaður.

Tað verður ikki einans av pallinum at tingini henda. Nei, klovnar, gyklarar, trøll og onnur herlig dýr og skapningar fara eisini at heilsa uppá børnini og sita ímillum áskoðarafjøldina.