Siloa kórið, sum hevur nógv ár á baki, og syngur mest til møtir í samkomuni, er eisini kent fyri at hava einstakar konsertir.
Og konsertirnar, kórið plagar at hava undan jólum, hava verið sera væl vitjaðar. Men soleiðis verður ikki í ár.
Ætlanin var at hava tvær konsertir við áhoyrarum sunnudagin og at halda seg innan fyri korona-tilmælini, ið tá vóru, men hesi vórðu síðani herd, og tessvegna máttu onnur ráð takast.
Tí hevur kórið avgjørt at stroyma árligu jólakonsertina á netinum. Samkoman í Siloa hevur júst fingið nýggja útgerð til at varpa møtir og onnur tiltøk út á netið, og tí var hildið, at júst hetta høvið var gott til at royndarkoyra útgerðina við.
Á konsertini syngur kórið bæði siðbundnar jólasangir og jólasangir av eitt sindur nýggjari uppruna. Bárður á Lakjuni verður eisini við og syngur nøkur løg á konsertini.
Konsertin er sum sagt sunnukvøldið klokkan 20, og til ber at finna hana á Facebook-síðuni við navninum ”Siloa í Fuglafirði”, og haðani ber eisini til at fara út á Youtube-slóðina at lurta, har ljóðgóðskan er betri, boðar kórið frá.