Silkeborg vil leingja við Holst

Framrættaði miðvallarleikarin, sum skoraði føroyska málið í javnleikinum móti Norður Írlandi, hevur eisini verið vælkoyrandi í Silkeborg seinastu tíðina.

 

Sambært heimasíðuni bold.dk er tó ikki talan um ítøkiligar sáttmála samráðingar enn.

- Vit eru positivt sinnaðir í at leingja við bæði Svensson og Holst. Tað eru tveir leikarar, sum vit eru fegnir um at hava í SIF, sigur Kenneth Madsen, stjóri í Silkeborg sambært bold.dk, sum endurgevur mja.dk.

 

Herfyri valdi Troels Bech, venjari, at síggja burtur frá Holst, tá teir spældu trupla dystin móti meistarunum FCK, men síðani hevur Holst av álvara reist seg. Millum annað gjørdi hann helst skjótasta málið í donskum fótbólti nakrantíð, tá hann skoraði eftir bara 11 sekundum í einum steypakappingardysti.

 

Sambært mja.dk hevur Holst boðað frá, at hann er sinnaður at halda fram í Silkeborg, men hann hevur eitt ynski um, at hann fær meira regluliga spælitíð, enn hann hevur fingið í ár.