Liðfelagin hjá Christian Lamhauge Holst, Steffan Ernemann, hevur víst stórspæl fyri Silkeborg, sum næsta ár skal spæla í donsku SAS-liguni. Men tað verður uttan hann, at felagið skal standa seg. Tað er nevnliga greitt, at Ernemann skiftir til Zolte Waragem í belgisku Jupiler League. Ernemann hevur spælt tvey kappingarár í Silkeborg.