Í dag klokkan 17.30 spæla Silkeborg og AGF í Superliguni. Gunnar Nielsen stendur í mál, meðan Christian Lamhauge Holst allarhelst byrjar á bonkinum. Ari Mohr Jónsson er ikki í hópinum hesaferð.
Silkeborg liggur aftast í Superliguni og hevur brúk fyri øllum trimum stigunum. AGF liggur á einum sætta plássi. Dysturin verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1. Dysturin byrjar klokkan 17.30 og TV3 Sport 1 byrjar at senda longu klokkan 17.00.










