Steypafinala
Silkeborg vann hósdagin donsku steypakappingina. Hetta var fyrsta ferðin, at Silkeborg, sum ikki er so gamalt í toppinum í donskum fótbólti, vann finaluna.
Fyrstu løtuna sá kortini einki út. Mótstøðumenninir úr AB vóru nærlagdir og ídnir, og teir fingu fyrsta málið. Ungi Ali Akida var fyrstur á returbólti, sum hann sendi framvið Peter Kjær. Tað vóru fjúrtan minuttir farnir, tá AB kom á odda.
Fram ímóti hvíldini kom Silkeborg alt meiri við í spælið, og eftir at teir seks minuttir inn í 2. hálvleik høvdu javnað, og tíggju minuttir seinni vóru komnir á odda, var eingin ivi um, hvør átti betra liðið.
Áskoðarafjøldin hevur ofta verið størri til finaluna, enn hon var hesa ferð. 14.743 áskoðarar vóru í Parkini, og teir sóu Brian Pedersen javna og Thomas Poulsen leggja Silkeborg framum. Síðstu løtuna gjørdi toppskjúttin hjá Silkeborg um seg. Henrik Pedersen skoraði eftir 74 minuttir og aftur eftir 89 minuttir. Harvið gjørdist úrslitið 4?1 til Silkeborg, sum tískil vann steypafinaluna rættuliga sannførandi.