Silja Star í Suðuroyasigling


Smyril verður settur í Suðuroyarsigling aftur í kvøld.

Men síðani í gjáramorgunin hevur ongin sigling verið ímillum Suðuroy og Havnina, eftir at Smyril varð lagdur í hálvtannað samdøgur í sambandi við arbeiðið at seta nýggjan motor til.

 

Annars skuldi Ternan sigla, men tað viðraði ikki. Hinvegin fleyg  Tyrlan ein eyka túr í gjár.

 

Men nú hevur Strandferðslan skipað fyri, at ein túrur verður sigldur til Havnar í dag við Silju Star og hon fer úr Hvalba klokkan 16 í dag.

 

Men í kvøld verður tað so Smyril, sum tekur siglingina uppaftur.