Silja A. Müller fer at royna seg í Íslandi

Enn ein føroyskur hondboltsleikari fer uttanlands

Silja Arngrímsdóttir Müller, ið seinnu árini hevur vart málið hjá Neistanum fer næstu tvey kappingarárini at royna seg í íslendskum hondbólti.

 

Tað skrivar Morgunblaðið. 

 

Valur er verandi meistari og steypavinnari.

 

Silja hevur spælt tríggjar A-landsdystir og 26 landsdystir við teimum yngru landsliðunum.