Sigursvanda 5-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag eitur Sílið. Sílið hevur vunnið nógv við bæði dreingjamanning og gentumanning.
Í dag tryggjaðu dreingirnir umborð á Sílinum sær sera sannførandi FM heitið.
Avbjóðararnir í FM kappingini - um tað ber til at tosa um kapping - hava verið bátarnir í Sundalagnum - Heykur í Hósvík og Báran í Hvalvík Streymnesi. Í dag sprakk Heykur avstað og fyrra partin av túsund metra teininum vunnu hósvíksdreingir sær eina leiðslu á eina bátslongd. So munaðu tøkini hjá Sílinum væl meiri, Sílið tók seg støðugt longri fram á Heyk, fór framvið og á málinum var Sílið eina bátslongd undan Heyki, sum var meiri enn tvær bátslongdir undan Báruni, ið vann tætta kapping um bronsuplássið ímóti Geyta hjá teimum í Eysturkommunu.
Eftir seks kappingar hevur Sílið vunnið 40 stig, og tá ið Báran hevur vunnið 31 stig og Heykur 29 stig, so er tað greitt, at Sílið hevur vunnið sera sannførandi FM.
(Hetta er nýggj grein, sum er skrivað í staðin fyri hana, ið varð skrivað fyrr í dag, og sum varð skrivað við grundarlag í hagtølum, sum vístu seg at vera skeiv).
-
1 | Sílið (HR) | 05:21.47 |
2 | Heykur (HVR) | 05:24.48 |
3 | Báran (HSR) | 05:31.00 |
4 | Geytin (Tindur) | 05:31.38 |
5 | Ingibjørg (HR) | 05:51.27 |
stavnur.fo
-
FM støðan
1 | Sílið | 40 |
2 | Báran | 31 |
3 | Heykur | 29 |
4 | Geytin | 28 |
5 | Ingibjørg | 16 |
6 | Ternan | 4 |