Síðsta leygardag vann Sílið við dreingjamanning fyrsta sigurin í ár fyri Havnar Róðrarfelag. Í dag var nýggjur møguleiki hjá Frúnni og Tjaldrinum, sum hava verið við í FM kappingini, at bjóða Sílinum av.
Á stórum partin av róðrarteininum var tað tætt og spennandi. Sílið hevði hug at svimja seg framum miðvágsdreingir umborð á Frúnni, sum í fitta løtu lá borð um borð við Sílið, og í sjálvum endaspurtinum dragnaði munurin til eina bátslongd.
Kappingin um næstfremsta plássið varð sera tøtt. Tøkini hjá Tjaldrinum munaðu nógv i endaspurtinum, men tað eydnaðist Frúnni at vera undan gula bátinum.
Í FM kappingini er tað nú heilt tætt og spennandi. Frúgvin er tvey stig undan Sílinum, og so eru tað tvey stig aftur til Tjaldrið.
| 1 | Sílið | 05:15.14 | ||
| 2 | Frúgvin | 05:18.05 | ||
| 3 | Tjaldrið | 05:18.07 | ||
| 4 | Kollur | 05:28.15 | ||
| 5 | Beinta | 05:30.06 | ||
| 6 | Blikur | 05:49.13 | ||
| 7 | Ternan | 05:50.23 |
| 1 | Frúgvin | 32 | ||
| 2 | Sílið | 30 | ||
| 3 | Tjaldrið | 28 | ||
| 4 | Beinta | 17 | ||
| 5 | Kollur | 15 | ||
| 6 | Ternan | 10 | ||
| 7 | Blikur | 5 | ||
| 8 | Hulda | 2 |










