Sílið svam seg til nýtt met

5-mannafør dreingir 14 - 16 ár: Sigurin var sera sannførandi hjá Sílinum, sum er stórfavorittur at vinna FM

Tað eru fín róðrarlíkindi í Vestmanna, har tað í dag er kappróður á fjarðastevnu.

 

Nú hava dreingirnir kappróð, og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag vann greiðan sigur. Sambært stavnur.fo var talan um mettíð hjá Sílinum. Tíðin hjá Sílinum var 04:57.36.

 

Heykur úr Hósvík legði seg á odda, og hósvíkingar hildu tørn um oddasessin, inntil hálvur teinurin var rógvin.

 

So munaðu tøkini hjá Sílinum meiri, Sílið tók Heyk, og Sílið var tvær bátslongdir frammanfyri næsta avbjóðaran, tá ið bátarnir fóru um málið. Nú hevur Sílið 33 stig og er stórfavorittur at vinna FM. Tað eru sjey stig aftur til Báruna, sum er næstfremst í FM kappingini.

 

Í dag varð kappingin um næstfyrsta plássið væl meiri spennandi, enn hon leingi sá út til at fara at verða. Báran úr Hvalvík/Streymnesi bjóðaði av álvara Heyki av, men teir úr Hósvík vóru eitt vet fyrri á mál enn grannarnir úr Hósvík.

 

1Sílið (HR)04:57.36
2Heykur (HVR)05:02.38
3Báran (HSR)05:03.05
4Geytin (Tindur)05:15.22

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Sílið (HR)33
2Báran (HSR)26
3Geytin (Tindur)24
4Heykur (HVR)23
5Ingibjørg (HR)13