Tað er ikki lætt at vera fiskimaður í Kanada í hesum árum. Fyrst hvarv laksurin við vesturstrondina, og tað hevði eina búskaparliga og eina mentanarliga kreppu við sær har um vegir.
Nú er sildin við eysturstrondina eisini horvin. Í mei og juni var nógv sild at síggja, men nú er einki at síggja. August plagdi at vera tann besti mánaðurin til sild í New Brunswick og Nýfunnalandi, men higartil eru bara fimm prosent av teirri væntaðu nøgdini komin upp á land.
Fiskifrøðingarnir suga ikki at siga, hvat er hent, men fiskimenninir halda, at sildin hevur flutt seg og fer at koma undan kavi onkra aðrastaðni við strondina.