Com Data hevur framleitt eina viðlíkahaldsskipan, serliga ætlað skipum og verkstøðum.
? Talan er um ein føroyska loysn, har hugt hevur verið eftir øllum sum er á marknaðinum, og síðani er tað besta tikið burturúr til føroysku skipanina, sigur Ísak Jacobsen, deildarstjóri hjá Com Data.
Fríggjadagin í síðstu viku var samkoma á Maskinmeistaraskúlanum, tí Com Data hevur latið skúlanum forritið til nýtslu í undirvísingini.
Com Data ger nógvar skipanir til virki av ymsum slag. Men Sildberin, sum hendan skipanin eitur, er serliga ætlað skipum.
? Tá virksemið verður størri enn sum so, at tú kanst hava tað í høvdinum, tá vil eg siga, at brúk er fyri skipanini, sigur Ísak Jacobsen, tá vit spyrja hann, hvussu stórt virksemi skal til, áðrenn tú hevur brúk fyri slíkari skipan.
? Um tú t. d. skalt á ein langan ísfiskatúr, so kanst tú við hesi skipanini vita júst hvat tú skalt hava við og hvat tú skalt keypa til túrin, sigur Ísak Jacobsen.
Tað eru Hjørleif Bech og William West á Com Data, sum hava ment skipanina í neyvum samstarvi við maskinmonnum, sum hava roynt skipanina og gjørt viðmerkingar.
? Tað er einki dulsmál, at vit eru erpnir av skipanini, tí hóast aðrar skipanir eru, so er hetta tann fyrsta, sum er framleidd beinleiðis til endamálið, sigur Ísak Jacobsen.
Skipanin er fyrst og fremst gjørd til føroyska marknaðin, men tað er eingin trupulleiki at umseta hana til onnur mál eisini, sigur Ísak Jacobsen.