– Vegna brim er í løtuni ongin sigling á Skúvoyarleiðini. Um viðrar verður siglt seinni í dag.
Tað sigur Strandferðslan á heimasíðuni í morgun.
Í gjár fór Sildberin á sjógv aftur eftir hava verið til umvæling á skipasmiðjuni Mest í Havn. Sildberin fekk skaða, tá hann tók botn í Skúvoy 21. januar. Men tað tók longri tíð at umvæla skaðan, tí stálið ikki var á goymslu.
Men í morgun er so nógv brim í Skúvoy, at Strandferðslan hevur avlýst siglingina fyribils. Viðrar, royna tey aftur seinni í dag.










