Silas og Rógvi halda tørn

Teir báðir fremstu vunnu aftur í dag, og nú eru tríggir av vertunum væl frammanfyri hinar

Tað er stórur intensitetur í skúlanum á Giljanesi, har FM kappingin í talvi fyri einstaklingar er. Fremst á myndini eru Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen

Tað letur til, at uppgerðin um FM heitið í talvi fyri einstaklingar verður millum tríggjar teirra, sum í liðkappingini umboða Sandavágs Talvfelag.

Undan dagsins umfari vóru Rógvi Egilstoft Nielsen og Silas Eyðsteinsson fremstir. Í dag vunnu teir báðir sannførandi sigrar.

 

Tað verður telvað á Giljanesi, og har eru telvararnir heilt ovfarnir av, hvussu væl Silas Eyðbjørnsson stendur seg. Heldur ikki í dag var nakað at rafla um hjá honum. Hann telvaði við svørtum ímóti Finnbjørn Vang, sum royndi at spenna álopsbogan, men Silas vann tvær finnur, og tá ið hann við riddara hótti báðar rókarnar hjá mótstøðumanninum, legði Finnbjørn kongin.

 

Talvið, har teir gjørdu skjótast av í dag var tað millum Rógva Egilstoft Nielsen og Tummas Martin Sólsker. Rógvi fekk beinanvegin álop í lag, og tað var so mikið skjótt, at støðan var so vónleys hjá Tummas Martini, at hann eftir seytjan leikir gav skarvin yvir.

 

Triði sigurharrin úr Sandavágs Talvfelag í dag var Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Hann vann við svørtum ímóti Hans Kristiani Simonsen, sum eftir góða byrjan annan dagin á rað legði rygg til tap. Sigurin hjá Carl Eli ber við sær, at hann nú er næstfremstur – eitt hálvt stig aftanfyri Rógva og Silas, sum vann ímóti Carl Eli í øðrum umfari.

Undan fimta umfari sær tað út til, at FM kappingin fer at standa millum hesar tríggjar – Rógva, Silas og Carl Eli.

 

Hjá hinum báðum umboðunum úr Sandavágs Talvfelag var úrtøkan soltin ídag.

Torkil Nielsen tapti við hvítum ímóti Sjúrði Thorsteinsson, og Høgni Egilstoft Nielsen tapti við hvítum ímóti Martini Poulsen, sum nú hevur vunnið tvey talv, eftir at hann einki fekk burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum.

 

Støðan eftir fýra umfar: Silas Eyðbjørnsson og Rógvi Egilstoft Nielsen 3 ½ stig, Carl Eli Nolsøe Samuelsen 3 stig, Torkil Nielsen, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen 2 stig, Sjúrður Thorsteinsson 1 ½ stig, Høgni Egilstoft Nielsen og Tummas Martin Sólsker 1 stig og Finnbjørn Vang ½ stig.

Mikudagin eru tvey umfør. Tað fyrra klokkan 10 og tað seinna klokkan 17.

Tað er stórur intensitetur í skúlanum á Giljanesi, har FM kappingin í talvi fyri einstaklingar er. Fremst á myndini eru Sjúrður Thorsteinsson og Martin Poulsen