Silas hevur stongt málið

1. DEILD: Men tað eydnaðist hvørki heimamonnunum ella víkingunum at skora í Sørvági

07 Vestur og Víkingur eru framvegis ósigrað, nú tey hava spælt tveir dystir í næstbestu deildini.

Í dag var Víkingur gestur á Dungasandi í Sørvági, har tað endaði málleyst.

Í fyrsta umfari vann Víkingur 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og 07 Vestur vann í fyrsta umfari 2-0 í Runavík.

Úrslitið ber við sær, at hvørki liðið hevur fulla úrtøku, og at bæði liðini framvegis eru ósigrað.

Úrslitið í dag ber við sær, at málverjin hjá 07 Vestur, Silas Eyðsteinsson, framvegis ikki hevur verið í meskunum eftir bóltinum.

 

Fyri tað mesta gekk tað javnt á. Víkingur var meiri á bóltinum, og báðir partar høvdu hvør sín møguleika. Í seinna hálvleiki var Sølvi Egilsson hjá heimaliðnum tvær ferðir um reppið at skora. Í fyrra førinum bjargaði Víkinga málverjin Bárður á Reynatrøð sera væl, og í seinna førinum eydnaðist tað verjuspælara at rudda burtur, eftir at Sølvi Egilsson hevði lyft bóltin uppum málverjan.

 

Síðstu løtuna royndi heimaliðið at leggja trýst á, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.

Bæði 07 Vestur og Víkingur hava fýra stig.

Triðja umfar verður um tvær vikur. Tá fær 07 Vestur vitjan av B68, og Víkingur verður vertur í grannauppgerð ímóti NSÍ.