Mong settu spurnartekin við avgerðina hjá G! leiðsluni, at fáa Johnny Reimar hendanvegin, tí hann passar ikki rættiliga inn í konseptið G! Men havandi í huga, at hann nokk ikki var leigaður fyri at geva fólki eina stóra tónlistarliga uppliving, men heldur fyri at hjálpa veitsluhýrinum í gongd, var avgerðin slett ikki so galin.
Royndur undirhaldari
Johnny Reimar hevði longu verið í gongd í heilt nógv ár, tá teir flestu gestirnir á Spæliplássinum blivu føddir, so tað var ein royndur undirhaldari, ið fór á pallin klokkan 01.00 leygarnáttina. Og hóast løgini í stóran mun eru einkisigandi og lættisoppakendur umpa-umpa tónleikur ljóðaði, so gjørdi hann júst tað, ið hann dugir best: Hann fekk øll í veitsluhýr, tá hann spældi smølfasangir og aðrar slagarar fyri vælhýrdu G! gestunum, ið hoppaðu, dansaðu og annars bara vóru í hopla.
Kitsjut framførsla
Framførslan annars líktist onkrum, ið tú einans sært á TV2 Charlie. Við reyðum klædningsjakka, svartari skjúrtu og gráum hári og – yvirskeggi, livdi Johnny Reimar upp til vónina um ein ektaðan Dansktop gubba. Orkestrið var ílætið laksafarvaðar jakkar, og hóast hesir vóru beinleiðis ljótir, so góvu teir framførsluni rætta dámin av danskari bygdaligheit. Sera kitsjut.
Veitslurómur á spæliplássinum
At fólk vóru komin saman, bert fyri at hava tað stuttligt, var týðuligt, og Johnny Reimar dugdi væl at fáa fjøldina við. Stuttligt gjørdist tað, tá hann hálaði tvær ungar gentur upp á pallin, gav teimum smølfamaskur á, og so skuldu tær standa og dansa, meðan smølfasangurin bleiv spældur. Vorðið sum undirhald! At enda við spældi hann tað stóra hittið Sikken en Fest, og ikki kann sigast annað, enn at lagið undirstrikaði framførsluna væl. Tí hóast framførslan ikki hevði tað stóra uppá seg, reint tónleikaliga, so var tað ein øgiligur veitslurómur á Spæliplássinum hesa náttina.