Sihanouk deyður

Fyrrverandi kambodiski kongurin Norodom Sihanouk doyði í Beijing í gjárkvøldið, 89 ára gamal.

Sihanouk tók við sum kongur í Kambodja í 1947, og tey næstu árini stóð hann á odda fyri frælsisstríðnum ímóti fransmonnum. Í 1970 koyrdi tað illa kenda Khmer Rouge hann frá, meðan hann var staddur uttanlands, og hann búsetti seg í Kina. Í 1993 tók hann aftur við sum kongur og sat á trúnuni til 2004, tá sonurin tók við.

Tey seinnu árini búði Sihanouk í Kina. Hann var nógv avhildin í heimlandinum og aðrastaðni við.