Sigvald Kristiansen, lækni: - 644 fólk bíða eftir plássi á ellisheimi í Føroyum

Í alt eru 327 ellis- og røktarheimspláss í landinum, 644 fólk standa á bíðilista ella 10,5 % av teimum yvir 65 ár.

- Vit eiga at stovna fleiri eldasambýli um landið, og at útbyggja heimarøktina so nógv sum gjørligt, so at fólk kunnu klára seg í egnum heimi so leingi til ber, sigur Sigvald Kristiansen


Turið Kjølbro

Tað er ymiskt í landinum, hvussu stórur tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum er, og tað er somuleiðis ymiskt, hvussu væl ymsu økini eru fyri at bjóða teimum eldru borgarunum eitt búpláss á eldri árum. Sigvald Kristiansen, ið fyri stuttum fór frá sum lækni á Skála, hevur júst kannað hesi viðurskifti. Sum lækni hevur hann altíð verið upptikin av teim eldru, ið eru óhjálpin, og hvørjar búmøguleikar tey hava og eiga at hava í Føroyum.

- Mannagongdin í kanningini hevur verið tann, at eg havi verið í sambandi við øll ellis- og røktarheimini umframt sambýlini fyri at vita, hvussu nógv pláss eru og hvussu nógv fólk standa á bíðilista. Nøkur ganga aftur á fleiri bíðilistum, men tey eru ikki so nógv. Tey flestu standa á bíðilista í økinum, har tey búgva, sigur Sigvald Kristiansen.


Sandoyggin best fyri

Úrslitið av kanningini er ein uppgerð fyri hvørt øki sær í landinum, hvussu nógv pláss eru og hvussu stórur tørvurin er á plássum. Við árslok búðu 44.667 fólk í Føroyum, harav vóru 6150 fólk yvir 65 ár. Í alt eru 327 búpláss á ellis- og røktarheimum umframt sambýlum og á øllum bíðilistunum standa 644 fólk. Talan er sostatt um 971, ið hava og bíða eftir búplássi, ella gott 2 % av fólkatalinum.

Økið, ið er best fyri í landinum hesum viðvíkjandi, er Sandoyar sýsla.

- Sandoyar sýsla hevur størsta prosenttalið av teimum, ið eru yvir 65 ár. Tað vil siga, at 18,1% av fólkatalinum í oynni er yvir 65 ár. Men samstundis hevur Sandoyar sýsla lægsta talið av teimum, ið eru á bíðilista. Á bíðilista standa 1,9% av teimum, ið eru yvir 65 ár, sigur Sigvald Kristiansen.

Í Suðurstreymoy er støðan tann øvugta.

- Í Suðurstreymoy er lægsta talið í landinum á teimum, ið eru yvir 65 ár, ella 10,7%. Við øðrum orðum eru lutfalsliga nógv yngri fólk í miðøkinum. Men í Suðurstreymoy eru teir longstu bíðilistarnir. Ikki færri enn 18,7% av teimum, ið eru yvir 65 ár, bíða eftir ellis- ella røktarheimsplássi. Her skal fyrivarni takast við, at nøkur ganga aftur á fleiri bíðilistum, sigur Sigvald Kristiansen.

- Støðan í Havn og miðøkinum vísir, at eldri fólk eru verri fyri har enn aðra staðni í landinum hóast har eru lutfalsliga fleiri yngri fólk at taka sær av teimum.

- Í Norðoyar sýslu eru 15,4% av fólkatalinum yvir 65 ár. Á bíðilista standa 10,8% av teimum yvir 65 ár. Í øllum landinum standa 10,5 % av teimum yvir 65 ár á bíðilista.


Hvat kunnu vit brúka hesi úrslitini til?

- Yvirlitið vísir, hvar størsti tørvurin er í landinum. Vit eiga at gera landspolitikarum og kommunalpolitikarum, serliga teimum seinnu, vart við støðuna. Eg rokni ikki við, at fleiri røktarheim verða bygd í framtíðini, í øllum førum ikki av teimum stóru. Tí mugu vit satsa meiri uppá at fáa fleiri eldasambýli um landið, og har eiga kommunurnar at arbeiða saman og royna at loysa trupulleikan.

- Tað verður leingi, áðrenn vit hava fingið eins nógv pláss og bíðilistin vísir, og tí eigur at verða satsað meiri á heimarøktina. Heimarøktin eigur at verða útbygd so nógv, ið hon yvirhøvur kann, so fólk kunnu klára seg í egnum heimi so leingi til ber.

Hvat vónar tú spyrst burtur úr Eldraárinum?

- Eg vóni, at kommunalpolitikarar fáa eyguni upp fyri, at teir mugu gera eitthvørt munagott í teirra egnu kommunu soleiðis at tey gomlu fáa ein bústað á eldri árum. Og ikki minst, at heimarøktin verður útbygd munandi.


Hugburðurin broyttur

Tað eru 33 ár síðani, at Sigvald Kristiansen tók við læknaembætinum á

Skála. Nú er hann farin frá. Stig vórðu tá tikin til at seta á stovn røktarheim í

Eysturoynni.

- Treytin fyri at fáa røktarheim í Eysturoynni tá var, at allar kommunurnar vórðu samdar um, hvar tað skuldi liggja og um onnur viðurskifti eisini. Tað var ikki lætt, men tað eydnaðist. Byrjað varð so smátt í 1969 at tosa um heimið og í 1984 stóð tað liðugt.

- Tað vóru mangan fundir síðst í 60-unum og fyrst í 70-unum bæði í Eysturoynni og í Havn um eldraspurningin, heim fyri tey eldru og hvat teimum skuldu standa í boði. Tann ráðandi áskoðanin tá var, at tey gomlu skuldu verða ansað av teirra avvarðandi, og at tað ikki varð brúk fyri ellis- og røktarheimum. Eisini partar av fjølmiðlunum, fleiri læknar og nógvir politikarar tosaðu ímóti, at vit fingu fleiri røktarheim. Tá vóru 4000 eldri fólk í Føroyum, í dag eru 6150 føroyingar yvir 65 ár. Høvdu fyrilit verðið tikin tá, høvdu ikki so nógv fólk bíðað eftir ellis- ella røktarheimsplássi í dag, sigur Sigvald Kristiansen.


Myndatekstur: Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni á Skála, hevur kannað tørvin á ellis- og røktarheimsplássum um alt landið. Hann situr í nevndini, ið fyrireikar og leggur til rættis Eldraárið í Føroyum.