Sigursrøðin hjá TMS Ringsted heldur fram

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted nærkast uppflytingarstríðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Lív S. Poulsen og liðfelagarnir Í TMS Ringsted halda sigurskósina í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vann Ringsted greiðan 31-23 á Søndermarken á heimavølli. Í steðginum var Ringsted á odda 14-12.

 

Lív skoraði fimm mál og var millum toppskjúttarnar hjá Ringsted í dag.

 

Ringsted er nú nummar fýra í deildini við 18 stigum. 

 

Komandi leygardag spælir RIngsted á útivølli móti Fredericia.