Sigursrøðin hja Liverpool fekk ein enda, tá teir mánadagin vitjaðu hjá Bolton. Tvær ferðir var Bolton frammanfyri, men Liverpool megnaði at javna báðu ferðirnar.
Verjuleikarin Rahdi Jaidi legði heimaliðið framum eftir bert tíggju minuttir, tá málverjin hjá Liverpool gjørdi eitt mistak. 1-0 var eisini støðan í steðginum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Liverpool brotsspark, sum Gerrard setti í netið. Men bert fýra minuttir seinni var fyrrverandi Liverpool leikarin El-Hadji Diouf á blettinum og legði heimaliðið framum. Í 83. minutti javnaði Liverpool aftur, tá innskifti Luis Garcia skoraði.