Fyri sjeyndu ferð í ár vann danska liðið Astralis eina altjóða CS:GO kapping, tá liðið farnu nátt vann finaluna í IEM Chicago. Sum vanligt var Lukas Egholm Rossander, ið er hálvur føroyingur, við á liðnum, tá sigurin bleiv tryggjaður í nátt.
Danska liðið møtti amerikanska liðnum Liquid í finaluni, men hóast Liquid var á heimavølli, vann danska liðið ein sannførandi 3-0 sigur, sambært Ritzau tíðindastovuni. Umframt at staðfesta sína støðu sum besta CS:GO lið í heiminum, vann liðið eisini 660.000 krónur.
Á fyrsta bananum vann danska liðið 16-14, á næsta bana gjørdist tað 16-7 og á síðsta bananum gjørdist talan um ein greiðan 16-4 sigur.
23 ára gamli Lukas Egholm Rossander og liðfelagarnir í Astralis eru tvífaldir heimsmeistarar í CS:GO.