Sigursmálskjúttin Sølvi: Hetta var heilt fantastiskt (FM1)

(FM1) Hoyr Sølva Sigvardsen sum skoraði avgerandi brotssparkið fyri NSÍ royna at seta orð á minniligu løtuna

##med2##

 

- Hetta var heilt fantastiskt. Orðini eigur 21 ára gamli miðvallarin hjá NSÍ, Sølvi Sigvardsen sum bara hevur spælt tveir betrideildardystir fyri NSÍ hetta kappingarárið, men kortini gjørdist hann saman við Tórði Thomsen, ið bjargaði trimum brotsspørkum tann stóra hetjan hjá NSÍ í brotssparkskappingini við at senda tað níggjunda og avgerandi brotssparkið í netið.

 

- Áðrenn ein skal skjóta má ein bara anda djúpt, ein má jú gera tað, greiðir Sølvi frá um løtuna tá hann fór til bóltin. 

 

- Eg hugsaði við meg sjálvan: Hetta klári eg, sigur Sølvi í samrøðu við Trónd Arge.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra avgerandi brotsspørkini og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Sølva Sigvardsen aftaná minniligu seinnu hálvfinaluna móti HB.  

 

HER  ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi av teimum fýra málunum og brotssparkskappingini í 9-8 (2-2) sigrinum hjá NSÍ við Løkini í Runavík í kvøld. 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá HB, Teitur Matras Gestson og hjálparvenjaran hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen. Br

 

Brotssparkið hjá Sølva Sigvardsen sæst frá Televarpinum á HESARI upptøkuni.