Sigursmálskjúttin: Hetta var stuttligt (FM1)

(FM1) Hoyr sigursmálið Føroyar fingu móti Liktinstein og hoyr samrøðu við sigursmálskjúttan

Savnsmynd: FSF

Savnsmynd: FSF

##med2##

 

Føroyska A-landsliðið hevur aftur í dag spælt ein venjingardyst móti einum sera verjukendum mótstøðuliði, men í dag gjørdu vit tað eitt betur enn móti Gibraltar farna leygardag.

 

Sølvi Vatnhamar við sínum sjeynda assisti til eitt landsliðsmál, ið er met sendi bólti perfekt inn til Patrik Johannesen sum í stórum stíli stútaði bóltin í netið til 1-0 . Hetta hendi tá 39 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki rakti Hallur Hansson enn einaferð stongina hjá mótstøðuliðnum, og Gunnar Vatnhamar fekk eitt mál kolldømt, kanska ikki av røttum. Liktinstein vildi næstan líka lítið sum Gibraltar, og heima í Liktinstein fegnast miðlarnir um eitt gott avrik hjá Liktinstein. Soleiðis síggja vit dystir so ymiskt.

 

- Hetta var stuttligt, greiðir sigursmálskjúttin frá. Patrik Johannesen fegnast um, at álopsstøðurnar liðið hevur vant geva úrslit. Patrik hevði ein líknandi málmøguleika móti Gibraltar, men hesaferð eydnaðist lukkutíð at stýra bóltin í netið.

 

Patrik fegnast eisini um at hava skorað eins nógv landsliðsmál sum pápabeiggin, Óli Johannesen. Óli hevur tó spælt 70 landsdystir fleiri enn Patrik. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá sigursmálinum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Patrik Johannesen. 

 

Savnsmynd: FSF

Savnsmynd: FSF