##med2##
Aftur í kvøld vann StÍF ein týðandi dyst í SMS-deildini við einum máli, ið var skotið stutt undan leikloki.
Í kvøld fall tað Rebekku Justinussen í lut at gerast sigurssmálskjútti hjá StÍF, tá hon við 29 minuttir og 44 sekund skoraði til 23-22. Neistin megnaði ikki at svara aftur og StÍF er tí á odda 1-0 í finaluuppgerðunum har spælt verður best av fimm FM-finalum.
Í fyrra hálvleiki var StÍF á odda 15-11. Í seinna hálvleiki fekk stórskjúttin hjá StÍF, Haruka Gima ein snudd, og neistakvinnur ótu seg inn á StÍF, men tað endaði lukkuliga hjá StÍF.
Mikukvøldið klokkan 18 verður onnur hálvfinalan í høllini á Skála. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.
Neistin-StÍF 22-23 (11-15)
Toppskjúttar Neistin: Marjun Danberg 6, Maria Nólsoy 4 og Ingunn Kristina Persson 4.
Toppskjúttar StÍF: Karina Ellingsgaard 5, Karina Høgnesen 4, Haruka Gima 4 og Yuika Kurimoto 4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av tí sera spennandi dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við neistavenjaran, Kára Horn sum slær fast, at hansara leikarar taptu ikki dystin móti dystarenda. Tær taptu dystin í fyrra hálvleiki við einum slakum avriki tá, slær Kári Horn fast.
3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við sigursmálsskjúttan, Rebekku Justinussen sum sigur um sigursmálið: - Eg fekk møguleikan og so mátti eg taka av.
##med3##












