Tað var sera javnt og harvið spennandi, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi seint seinnapartin í Leirvík høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Heimaliðið vann 1-0. Málið varð skorað í tíðini, sum dómarin, Rúni Olsen, legði aftrat. Eftir horna úr høgru var tað 20 ára gamli Pól Enok Hansen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið.
Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur sekstan stig og er tvey stig frá fimta plássinum, og at NSÍ framvegis er næstfremst – átta stig aftanfyri KÍ og eitt stig frammanfyri B68.
Talan var um fína uppgerð og í longum løtum gott fótbóltsspæl. Í fyrra hálvleiki var NSÍ meiri á bóltinum, og heimaverjan var væl skipað. Eftir steðgin var spælbýtið rættiliga javnt.
Lítla løtu undan, at Víkingur vann hornasparkið, sum bar sigursmálið við sær, var tað vandamikið í hinum endanum. Steffan Løkin spældi innskifta Christian Høgna Jacobsen, sum var í góðari støðu, men hann fekk ikki rættiliga tak á bóltinum og harvið ikki roynt ímóti málinum.
Eingir av teimum, sum plaga at vera á listanum, tá ið besta liðið hjá Víkingi spælir, vóru við ídag.
Á NSÍ liðnum vóru Per Langgaard, Jann Benjaminsen og Jann Martin Mortensen, sum sunnudagin vóru á listanum, tá ið besta NSÍ liðið vann stórsigur í Sørvági.