HB gjørdist fyrsta liðið í Betrideildini hjá monnum, ið vann á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði hetta kappingarárið.
HB tryggjaði sær sigurin við einum brotssparksmáli, ið Símun Samuelsen setti í netið í 65. minutti.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá støðuni, ið førdi til brotssparkið, og hoyr hvussu tað ljóðaði tá Símun Samuelsen skoraði sigursmálið hjá HB.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Dan í Soylu hjá HB og Pætur Petersen hjá EB/Streymi.
Pætur Petersen iðrar seg um, at málið hjá Arnbirni Hansen seint í seinna hálvleiki var kolldømt fyri rangstøðu. Hann sigur seg ivast í rættleikanum í dóminum, og vónar at fáa staðfest hetta tá videobrot koma út frá dystinum á Eiði.
Dan í Soylu er fegin um, at tingini byrja at rigga hjá HB, ið nú hevur fingið sjey stig av níggju møguligum í trimum teimum seinastu dystunum.