Sigursfagnaður er á Svangaskarði

Heimafólkið fegnast um eitt vunnið stig, meðan havnarmenn harmast um at teir mistu tvey stig

Seinnapartin varð farið undir fjórða umfar í bestu fótbóltsdeildini, tá ið B68 hevði vitjan av HB, sum undan ferðini inn á Toftir var topplið við fullari úrtøku. 

 

Tað endaði 1-1, og tað var týðuligt, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, at tey í heimaleguni vóru fegin um, at tað í evstu løtu var eydnast teimum at vinna javnleik, og at gestirnir vóru illa vónbrotnir um, at teir í síðstu løtu mistu sigurin á stokkinum. 

 

-Tá ið tað fimm minuttir undan leikloki var eydnast okkum at fáa hol á, so er tað ófyrigeviligt, at vit ikki megnaðu at varðveita leiðsluna og vinna øll stigini. Men vit mugu bara staðfesta, at tað eydnaðist ikki, sigur HB venjarin Kim Engstrøm, sum á ongan hátt var nøgdur við avriki hjá hansara monnum: 

 

-Vit vóru ikki hjástaddir. Hugburðurin var als ikki tann, sum vit áður hava víst, og potentialið, sum býr í liðnum, kom á ongan hátt til sjóndar. Í fyrra hálvleiki høvdu vit bóltin nógv, men heimaliðið hevði væl fleiri góðar møguleikar, og tá ið vit ráðløgdu undan seinna hálvleiki høvdu vit alla orsøki at fegnast um, at vit ikki vóru aftanfyri við einum ella tveimum málum. Avrikið var frægari í seinna hálvleiki, og tá høvdu vit fleiri góðar møguleikar, men tað gekk øgiliga striltið at fáa hol á. Og tá so eydnast megnaðu vit ikki at binda um, og tað var avgjørt ikki nóg gott. Men B68 er eitt lið, sum fer at geva øðrum liðum enn bara okkum trupulleikar, sigur HB venjarin Kim Engstrøm. 

 

Innskifti Pætur J. Petersen legði við høvdinum HB framum, tá ið tað restaðu fimm minuttir og eftir innlegg úr vinstru frá Daniel Johansen. 

 

Tað var stórt vónbrot fyri heimaliðið, sum hevði lagt øgiliga nógv fyri. Og so vendi hýrurin av álvara og í síðstu løtu. Tonny J. Thomsen smekkaði bóltin innfyri, og B68 toppskjúttin Sebastian Lau Nielsen smekkaði umvegis stólpan bóltin í málið. 

 

-Tað hevði ikki verið órímuligt, um vit høvdu vunnið øll trý stigini. Í steðginum avráddu vit at halda fram, sum vit høvdu gjørt í fyrra hálvleiki, tí tað gekk væl, og persónligu mistøkini vóru fá. At teir skoraðu fyrst kendist svárt, men so var tað fantastiskt, at tað eydnaðist at javna, sigur Sebastian Lau Nielsen, sum er toppskjútti við fimm málum, nú B68 hevur spælt fýra dystir. 

 

-Eg eri vanur at spæla í seriufótbólt, og tí skal eg venja meg við leikferðina, sum er væl hægri, enn eg havi verið vanur við, men tað haldi eg hevur gingið væl, sigur B68 álopsspælarin Sebastian Lau Nielsen, og hann leggur aftrat: 

 

-Tað er eyðsýnt, at tað gongur rætta vegin. Ímóti B36 vóru vit ikki so væl við. Ímóti NSÍ var tað væl frægari, og í dag var tað uppaftur betur, sigur Sebastian Lau Nielsen.  

 

B68 - HB 1-1 (0-0)

 

0-1: Pætur J. Petersen

 

1-1: Sebastian Lau Nielsen

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum