Christin Ulf-Hansen umboðsmaður hjá Teiti greiður frá, at bæði hann og Teitur vóru sera fegnir um heiðurslønina, ið nú skal nýtast í marknaðarføringini. - Vit vóru glaðir, tá vit hoyrdu at hann var í uppskoti, og tá vit hoyrdu, at hann hevði vunnið vóru vit enn fegnari. Hetta Styrkir munandi um hansara profil í Danmark. Eg havi longu tosað við útbreiðslufelagið hjá okkum har, Playground Music, um hvussu hetta kann brúkast í marknaðarføringini. Hetta merkir ikki, at vit fara at kroysta navnið Teitur niður í hálsin á dønum, men heldur at vit spakuliga leggja meira dent á marknaðarføring á danska marknaðinum upp til konsertferðina hjá honum í Danmark í apríl, greiðir Christian Ulf-Hansen frá.
- Hetta er heilt víst eitt gott ting fyri Teitur, og hjálpir okkum við at halda lív í søluni av fløguni. Fløgan er djúp og vísir nógvar síðir av Teiti, so vit vóna at halda lív í áhuganum fyri henni alt summarið, sigur Christian.
Higartil er bert tann eina stakfløgan Louis Louis komin út, men ætlanin er at geva Boys She Can Sing og Hitchiker út sum stakfløgur, enn er tó ikki greitt hvør av hesum verður givin út fyrst.
- Vit hava gjørt eitt ótrúliga gott sjónbandalag av Hitchiker, so tað er spennandi, sigur Christian.
Teitur helt røðuna á føroyskum, hetta var fyrst og fremst fyri at gera vart við sína støðu sum føroyingur.
- Teitur er errin av at vera føroyingur, og hann føldi, at tá hann var í uppskoti til hesa heiðursløn var tað týdningarmikið at gera vart við, at hann var úr Føroyum, greiðir Christian frá.











