Eg spyrji, hví tey málbera seg soleiðis?
Svarið er, at tey hava hoyrt, hvat býráðsformaðurin í Fuglafirði segði við útvarpið.
Eg sigi so teimum, at orsøkin til at fleiri av býráðslimunum søgdu nei, var hon, at tíðarskeiðið hjá býráðnum varð um at verða runnið, tí átti málið at verða tikið upp av tí næsta býráðnum.
Ná, er tað soleiðis tað hongur saman, tað er nakað heilt annað.
M. a. tí havi eg sagt, at frásøgn býráðsformansins var villleiðandi, og tað haldi eg fast við.
Annars skal tað ikki verða nakað dulsmál, at eg helt tað vera so løgið, at málið um kommunusamanlegging skuldi haldast fyri afturlatnum hurðum, so sum býráðsformaðurin hevði skipað fyri. Persónsmál og líknandi plaga at verða hildin fyri afturlatnum hurðum Hetta er ikki nakað persónsmál, tí átti málið at verið viðgjørt á almennum fundi.
Men tá ið tað nú gjørdist soleiðis, sum býráðsformaðurin vildi hava tað, so skilji eg als ikki, at hann sum tann fyrsti almannakunnger, hvat úrslitið gjørdist á fundinum.
Og uppaftur verri tykist tað at verða, tá ið hann heldur parti av upplýsingum aftur,
sum var orsøkin til niðurstøðuna á fundinum.
Sigurd sigur í síni rættleiðing, at niðurstøðan varð send Leirvík og Gøtu og var sostatt almannakunngjørt. Nei, tað er ikki ein almannakunngerð, men ein kunning til bygdaráðini í grannakommununum. Tey, ið hoyrdu frásøgn býráðsformansins í útarpinum, hava onga nærri upplýsinar fingið.
Skrivið, ið verður sent Gøtu og Leirvík, er væl orðað og vísir á, hvat veruliga hendi á fundinum. Í tí verður sagt, at málið kundi vera standandi opið til næsta býráð at umrøða. Hetta var eisini innihaldið í tí, sum eg og aðrir býráðslimir bóru fram á fundinum.
Tá ið eg í grein míni havi sagt, at vit vóru fleiri býráðslimir, ið fleiri ferðir áður mæltu til, at skipa fyri fundum við kommunusstýrini í grannabygdunum at umrøða felags áhugamál, so er tað sjálvandi rætt, men hetta varð noktað okkum fyrst og fremst av býráðsformanninum.
Lítið ella einki hendi á nevnda øki, og tað kundi tað av góðum grundum heldur ikki, tí ein treyt fyri at kunna taka støðu í einum so stórum máli er upplýsandi tilfar og so hoyra, hvat umboð kommunurnar hava at føra fram um eina møguliga kommunusamanlegging. Einki av hesum varð gjørt, tí eru vit komin so stutt.
Í greinini sigur Sigurð S., at eitt sitandi kommunustýri kann ikki atkvøða um, hvat eitt annað býráð skal atkvøða um ella gera. Tá ið eg las hesa reglu, helt eg Sigurd skemtaði, ella vóru villur í tekstinum, tí Fuglafjarðar býráð hevur gjørt tað í einstøkum førum, hóast býráðslimir gjørdu vart við skeivleikan.Undanfarna býráð samtykti at rinda ávisa upphædd til felagsskap, ið skuldi fara undir bygging, og at hesin peningur skuldi rindast í 2009 og 2010. Tí lurtaðu Sigurd og hansara fólk ikki eftir, men atkvøttu fyri málinum, so tað varð samtykt.
Jú, sanniliga hevur Sigurd verið villleiðandi í síni frásøgn og eftir rættleiðingina til mín, kann eg bert staðfesta, at hann syngur uppaftur falskari, enn hann hevur gjørt
frammanundan.