Føroyski Sigurð D. Carlsson hevur gjørt ein vørr í pokerkappingini Unibet Open Copenhagen, sum hann hevur luttikið í síðani fríggjadagin. 404 spælarar vóru við, og teir kappaðust um eina pulju áljóðandi smáar tríggjar milliónir krónur.
Sigurð D. Carlsson stóð seg ógvuliga væl og spældi seg á finaluborðið, har hann seint seinnapartin kom við í heads-up, sum tað kallast tá ið einans tveir spælarar eru eftir. Har møtti hann Kaarel Lepik úr Estlandi.
Føroyski pokerspælarin var omaná, og best sum Kaarel Lepik byrjaði at eta seg inn á Sigurð og at javna, so tók Sigurð aftur eina stóra leiðslu, har hann fyri tað mesta var á odda við áleið 80% av kipsunum.
Tríggjar ferðir sendi Sigurð mótstøðumannin all-in og var um reppið at fara avstað við sigrinum, men hvørjaferð vann Kaarel Lepik hendurnar og megnaði púra óvæntað at leggja seg á odda aftur.
Síðani kom ein hond, ið avgjørdi alt. Sigurð fekk trý eins og fór við í all-in hjá mótstøðumanninum, sum hevði eitt rað (straight) og harvið vann. Fyri 2. plássið fekk Sigurð 362.100 krónur, meðan vinnarin fór avstað við 562.300 krónum.










