Sigrar til tvey føroyingalið í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Nykøbing Falster og Keypmannahavn vunnu sínar dystir í kvøld, ið vóru leiktir í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Tað er blivið alment, at føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen skiftir til Follo, ið spælir í bestu norsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Saman við núverandi liðfeløgunum í Nykøbing Falster spældu tær í kvøld ein sera týdningarmiklan dyst í royndini at røkka endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nykøbing Falster vann á heimavølli 36-35 á Viborg aftaná javnleik 16-16 í steðginum. 

 

Sum vant vardi Cecilie málið hjá Nykøbing Falster størsta partin av dystinum, og tað var ikki ofta Annika slapp at royna seg. Tað verður vónandi broytt, tá hon fer at spæla við Follo komandi kappingarár. 

 

Sigurin merkir, at Nykøbing Falster er nú nummar tvey í bólki 1 í endaspælinum við seks stigum, tveimum fleiri enn Viborg. Odense er fremst í bólkinum við 10 stigum. Aarhus er aftast í bólkinum við einum stigi.

 

Mikukvøldið 17. mai spælir Nykøbing Falster seinasta dystin í bólkaspælinum móti Odense á útivølli. Sama kvøld spælir Viborg móti Aarhus á heimavølli. 

 

Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn hava mist møguleikan at vinna seg víðari í hálvfinalurnar í bólki 2 í endaspælinum. 

 

Men Keypmannahavn vann í kvøld ein góðan 35-34 sigur á Ikast á útivølli. Í steðginum var Ikast á odda 18-15.

 

Keypmannhavn hevur fýra stig á triðja plássinum. Ikast hevur sjey stig og fremst er Esbjerg við 10 stigum. Silkeborg-Voel er aftast við ongum stigi. 

 

Tað er bert eitt umfar eftir at leika í bólki 2, og tí kann Keypmannahavn bert røkka einum triðja plássi. 

 

Pernille skoraði trý mál í kvøld og vann liðnum eitt brotskast.