Sigur til OB

Ein dystur í donsku superliguni varð leiktur mánakvøldið, tá OB á heimavølli tók ímóti FC Midtjylland.

 

Johan Byrial Hansan var heldur ikki hesa ferð at síggja á liðnum hjá OB, sum tryggjaði sær ein 2-1 sigur, og harvið togaði seg upp á eitt sætta pláss í deildini.


Tað sá annars svart út hjá odensianarunum, tá Mwape Miti fekk reyða kortið, meðan støðan var 1-1, men tað eydnaðist tó Lars Jacobsen at tryggja heimaliðnum sigurin kortini.


-jm