Í gjár spældi hevði FCK útidyst ímóti SønderjyskE.
Favorittarnir vunnu dystin sum væntað, tí at dysturin endaði 1-3 til FCK. Brandur H. Olsen var við í hópinum hjá FCK, men hann slapp tó ikki upp í part í dystinum, tí at hann varð sitandi á bonkinum allan dystin á tamb.
Brandur Olsen er framvegis ikki komin á vøllin í trimum teimum fyrstu dystunum hjá FCK í Superligaini hetta kappingarárið. Tó er hann tvær ferðir komin á vøllin í evropeisku dystunum, sum FCK hevur spælt.










