Peter Madsen, eisini kallaður Raket-Madsen, hevur í grundlógaravhoyring í dag, sagt sína útgávu av hendingini umborð á undirvatnsbátinum Nautilus, tá tíðindakvinnan Kim Wall doyði.
Madsen, sum er ákærdur fyri at hava dripið Kim Wall, sigur, at Nautilus var farin til upp, tá hann og Kim Wall skuldu fara út á dekkið. Peter Madsen heldur eini lúka uppi, men er óheppin og missir hana omaná svensku miðlakvinnuna. Lúkan vigar 70 kilo og Kim Wall doyr av stoytinum.
Peter Madsen sigur, at hann gjørdist ørkymlaður av støðuni og visti ikki hvat hann skuldi gera. Í støðuni tók hann eina avgerð um at jarða Kim Wall á sjónum. Hann noktar fyri at hava skorið hana sundur.
Peter Madsen hevur sitið í varhaldið í ein góðan mánaða, eftir at Kim Wall bleiv burtur.
Kelda: Ritzau