Samgongan millum borgarligu listarnar og kvinnulistan heldur fram, og harvið verður listin hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í andstøðu Í gjárkvøldið var tað greitt, at Sigurð S. Simonsen verður borgarstjóri í Fuglafirði fýra tey næstu árini. Tað hevur hann eisini verið tvey tey seinastu valskeiðini.
Undan valinum var samgonga millum borgarligu valevnini, sum vóru vald á tveimum listum, og kvinnulistan. Tað eru hesir somu listarnir, sum nú hava skipað samgongu. Í samgonguni eru seks av níggju býráðslimum.
Sigurð S. Simonsen, sum einsamallur varð valdur á lista B, verður borgarstjóri. Dánjal Vang verður 1. varaborgarstjóri og formaður í havnarnevndini, og Jann N. Toftegaard verður 2. varaborgarstjóri. Teir vóru báðir valdir á lista A.
Eyðun á Lakjuni, sum eisini varð valdur á lista A, verður formaður í teknisku nevnd.
Kvinnulistin tvífaldaði sína umboðan úr einum og upp í tvey umboð. Kristina T. Larsen, sum er fyrst vald á kvinnulistanum, verður formaður í mentanarnevndini, og Elisabeth D. Olsen, sum undan valinum var einasta umboð fyri kvinnulistan, verður formaður í sosialu nevnd.
Teir tríggir, sum vórðu valdir á lista D, verða í andstøðu. Teir eru Petur Abrahamsen, Sonni á Horni og Magnus Midjord.
Nevndarbýtið í Fuglafirði sær soleiðis út:
Borgarstjóri: Sigurð Simonsen
1. varaborgarstjóri: Dánjal Vang
2. varaborgarstjóri: Jann Toftegård
Fíggjarnevndin: Sigurð Simonsen, formaður
Tekniskanevndin: Eyðun á Lakjuni, formaður
Sosialanevndin: Elisabeth D. Eldevig, forkvinna
Mentanarnevndin: Kristina T. Larsen, forkvinna
Havnarnevndin: Dánjal Vang, formaður