Sigur er krav hja KÍF

Sunnudagin verður ein dystur í bestu mansdeildini í hondbólti í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti H71.

Undan dystinum liggur KÍF á fjórða plássi, meðan H71 liggur aftast. Sjálvt um kollfirðingarnir eru at finna á fjórða plássi, so hava teir alt at spæla fyri ímóti hoyvíkingum. KÍF hevur nevniliga enn ein lítlan møguleika at koma í finaluna, men so skal dysturin ímóti H71 eisini vinnast. H71 hevur í sínum lag ikki tað heilt stóra at spæla um, men teir ætla sær uttan iva at geva KÍF harða mótstøðu.