»Sigt!«

   

Ívar Iversen
Í sept. 04.
???????
Tríggjar/fýra ferðir í samrøðu við eitt av starvsfólkum útvarpsins nú eitt kvøldið, var Bjarni »upp á sigt.« Hann mundi dottið út í »upp á núverandi tíðspunkt-felluna«, men fótaði sær. Kortini snávaði hann so hjartaliga »upp á sigt«. Hatta er »upp á sigt«. Hvat mundu teir gomlu kollfirðingarnir ? Andras í Húsinum, Jandus, Jóannes á Rætt, Garða-Jóannes, Tinnu-Jens, Pól í Homrum og aðrir tignarligir menn haðani ? sagt, tá hesin maður, ið er aldur upp í Kollafirði, hevði borið upp á mál um »sigt«? Væl vóru teir mæltir, og ongatíð var neyðugt at siga »ha«, tá teir høvdu sagt tað, ið sigast skuldi.
Okkurt skulu tómar hendur gera. Hjá mær er eitt nú at sita undir tí, ið mangan gleppur politikar-um okkara av munni ? bæði skemtiligt og so avgjørt ikki skemtiligt. Tá tú kennir hesar menn, og havt verður í huga, at mangir teirra ? um ikki allir ? eru aldir upp í einum umhvørvi, har teir áttu at kent seg málsliga á heimabeiti, stendur tú ikki sørt bilsin. Sum frá líður (ikki »upp á sigt«) eigur eisini Bjarni Djurholm at leggja sær hetta í geyma.
Á donskum »på kort sigt« = áðrenn langt um líður, bráðfeingis, í løtuni, fyribils. »På langt sigt« = í longdini, sum frá líður, við framtíðini í huga, sum tíðin líður, ella sum frá líður.
Óhugaligt er mangan at hoyra eitt annars skilagott uppskot verða so illa málsliga viðfarið í orðaskifti í tinginum, at sjálvur kjarnin í uppskotinum er dottin burturímillum av málslig-um hjálparloysi teirra ymsu røðara og hevur eitt mangan lurtara so mikið upp, at hann nærum hevur mist endan og uppskotið, sum so er farið aftur við borðinum.
Smátt í tykkum, ið fara so illa um málsliga dýrgrip og tjóðareyðkenni okkara.