Ólavsøkuaftan, 28. juli, andaðist Sigrun Smith í Havn ella Sigrun í Ullvøruhúsinum, sum havnarfólk og onnur nevndu hana. Sigrun andaðist eftir at hava verið sjúk í nakrar heilt fáar dagar.
Sigrun í Ullvøruhúsinum varð fødd 26. mai 1925 og sostatt nú hon varð tikin foldum frá 81 ára gomul, hóast eingin, sum ikki visti tað, hevði trúð tí. Hon bar aldurin ómetaliga væl.
Sigrun var dóttir Sannu Andreassen, f. Poulsen, úr Nugga í Nólsoy, og Hillebert Andreassen, son hin kenda skiparaskúlalæraran Jens í Dali, sum var bróðir Napoleon Andreasen, Pola í Dali. Teir báðir vóru millum tey fyrstu, sum saman við Gamla Sloan og øðrum savnaðust við samkomuni í Sloans Sali og í Gamla Ebenezer.
Sigrun átti trý systkin: Leivur, Randi og Herborg. Leivur varð føddur í 1923 og doyði í 2004. Randi, sum býr niðri, varð fødd í 1927, og yngst av systkjunum var Herborg, sum varð fødd í 1932 og doyði longu í 1965.
Ullvøruhúsið og tey, ið har búleikaðust, var nakað serligt. Vøkur, hábarslig, musikalsk og exotisk fólk. Sigrun var so vøkur og fitt smágenta, at umboð fyri Ota-grýn, sum vóru í Føroyum einaferð hon var smágenta, løgdu merki til hana í føroyska tjóðarbúnanum. Í eini reklamu fyri Ota-grýn, stendur mynd av henni við hesum orðum:
Lille færøpige Den 10 årige Sigrun Andreassen fra Thorshavn i sin fine søndags nationaldragt. Hun kan slet ikke undvære sin Ota-havregrød, som hun sluger med samme iver, som (hun sluger) Ota-bøgerne.
Handilin í kjallaranum í Ullvøruhúsinum var serstakur, tí har fekst tú lidt af hvert, sum sonurin Eli málber seg. Fjølbroyttar vørur vóru at fáa, alt frá stoppinálum til bróstsukur, tógv, eingilskar troyggjur, undirtoy, korset og perfumarí.
Sigrun byrjaði í handlinum í Ullvøruhúsinum sum 12 ára gomul, og gjørdist tað hennara lívsstarv, inntil handilin varð seldur í 1988. Sigrun og Poli gjørdu bróstsukur, glaseraðu súrepli, vaflur og ísar.
Sigrun giftist í 1948 við Napoleon Smith, vanliga nevndur Poli, sum var málarameistari, og ættaður úr Vági. Tey búsettust í býlinginum úti í Grønlandi, sum varð bygdur árini eftir kríggið. Poli doyði í 1994.
Sigrun og Poli áttu 5 børn: Jens (1949), Johan (1951), Eli (1955), Kjeld (1964) og Sanna (1966). Jens og Sanna búgva niðri, og Johan, Eli og Kjeld búgva í Havnini Ommubørnini eru 8 í tali og eru tey eftir aldri: Niklas, Napoleon, Sigrun, Líggjas, Anna, Thomas, Rebekka og yngra Sigrun.
Sigrun var eyðkend við sínum lætta og skemtingarsama lyndi, og hon var ein hollur stuðul hjá Pola. Tey bæði supleraðu hvørt annað sera væl.
Sigrun setti sín dám á stemningin í Ullvøruhúsinum, sum var ein miðdepil í býnum. Leivur yvirtók smiðjuna hjá pápanum, sum var á fyrstu hædd í Ullvøruhúsinum. Í somu gøtu, Kongagøtu, húsaðist mostirin Hanna við frisørsalong, og har starvaðist systirin, Randi, eitt skifti. Yngsta systirin, Herborg var sjúkrasystir og doyði, sum sagt í 1965, bert 32 ára gomul.
Børnini hjá Sigrun lýsa lyndi á mammu teirra soleiðis og siga um hana, at hon hevði sterka psyku, var altíð uppmuntrandi, gávumild, humoristisk, skjót at svara aftur, beinrakin í orðum, íðin eftir vitan, tíðindafróð og var sera frímóðig. Og so hevði hon eina ótrúliga umsorgan fyri børnum sínum, bæði í smáum og stórum.
Sigrun og Poli gingu í Ebenezer, haðani hon varð jarðað mikudagin 2. august. Omanfyri standandi er eitt sindur tillagað brot úr taluni, sum Zacharias Zachariassen hevði yvir Sigrun.J