Sigrun í Smiðjuni

Vælútbúgvin og vird listakvinna sýnir íblástur úr grefliga Grønlandi

Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen er ein av mest virdu listakvinnunum í landinum. Fleiri ferðir hevur hon verið við á Ólavsvøkuframsýningini, og seinnapartin í dag letur hon upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Sigrun og maðurin hava verið í Eysturgrønlandi seinasta árið, og í flestu málningunum á framsýningini hómast ógvusligar upplivingarnar haðani.

Listakvinnan er vælútbúgvin. Í tíðarskeiðnum 1973-80 gekk hon á Kongliga Listaháskúlanum í Keypmannahavn, og framman undan hevði hon verið á tekniskúla á Glyptotekinum.


Framsýningin er opin hesi tíðarskeið:


Fríggjadagin 16.00 - 19.00

Leygardagin 14.00 - 19.00

Sunnudagin 15.00 - 19.00